Hallur gevst í Íslandi

Landsliðsspælarin flytur nú aftur til Føroya

Í dag flytur Hallur Hansson úr Reykjavík og aftur til Føroya. Hann er fyri stuttum skurðviðgjørdur í knænum, og tað er greitt, at hann fer ikki aftur til Íslands at spæla fótbólt. Tíðliga í ár skrivaði hann undir sáttmála við KR Reykjavík, men Hallur fer ikki aftur at spæla við KR. Tað er ikki greitt, hvar fótbóltsframtíðin hjá landsliðsspælaranum verður.

 

30 ára gamli Hallus Hansson flutti í februar ár til Íslands, har hann skrivaði undir tveyára sáttmála við KR Reykjavík. Hallur spældi við KR fram til 20. september, tá ið hann var illa skaddur í knænum. Nú er hann skurðviðgjørdur, og tað verður neyvan fyrr enn um eitt ár, at hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.

 

Hallur Hansson hevur nógvu tey seinastu árini spælt fótbólt uttanlands. Í 2014 var hann við til at vinna løgmanssteypið við Víkingi, sum í finaluni vann 1-0 ímóti HB. Málið skoraði Hallur Hansson ein minutt undan leikloki.

 

Síðani hevur Hallur Hansson verið í Horsens og Vejle, áðrenn hann í februar í ár flutti til Íslands og KR Reykjavík.

 

Hallur Hansson hevur seinastu árini verið liðformaður á landsliðnum, har hann hevur verið 72 ferðir og hevur skorað fimm mál.