Hallur Joensen, sum seinastu árini hevur verið fremsta føroyska countrynavnið, er í løtuni í USA og ger upptøkur til nýggja útgávu. Upptøkurnar fara sum vera man fram í høvuðsborgini hjá countrytónleikinum, Nashville.
Jákup Zachariasen er framleiðari av fløguni, og í USA fáa teir hjálp av Jeff Taylor, sum er ein av tónleikarunum í The Time Jumpers.
Tónleikararnir, sum verða brúktir til upptøkurnar, eru ikki teir somu, sum áður hava verið brúktir, og lagt er upp til, at nýggja útgávan hjá Halli fer at ljóða øðrvísi enn tær undanfarnu – millum annað verður eingin steelgittar við.
12 sangir verða á nýggju útgávuni.
(Mynd: Allan Samuelsen)