Hallur flytur niður

Enn er tað ikki greitt, um liðformaðurin á landsliðnum fer at halda fram at spæla í Horsens, ella um hann fer at skifta felag

Hallur Hansson, venjarin Jens Berthel Askou og liðfelagarnir hjá føroyska liðformanninum í AC Horsens eru í hesi løtu ógvuliga vónbrotnir. Nú er tað greitt, at AC Horsens fer at flyta niður úr superliguni og eftir summarsteðgin fer at spæla í næstbestu deildini.

Enn er tað ikki greitt, um Hallur Hansson fer at flyta niður, ella um hann fer at skifta til annað felag. Hallur Hansson er sáttmálabundin í AC Horsens fram til ársskiftið. Fyri einari stórari viku síðani segði hann við Horsens Folkeblad, at tað var ikki stundin at hugsa um persónlig viðurskifti, tá ið felagið hevði knívin á barkanum í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.

Tað er einki at siga til, at teir í AC Horsens eru ógvuliga vónbrotnir. Horsens var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, og Horsens økti til 3-0 í seinna hálvleiki. So hevði Hallur Hansson góða roynd, men bólturin brast í innaru síðu á stólpanum uttan at fara í málið. So svaraðil Vejle aftur, Horsens smokkaði púrasta saman, og tað eydnaðist Vejle at javna til 3-3.

Meðan Hallur Hansson var á Horsens miðvøllinum alla tíðina, so var Viljormur Davidsen á beinkinum hjá Vejle.