Hallur flytur heimaftur

Countrykongurin kemur í næstum heim aftur til Føroya at búgva

Í fjør fluttu Hallur Joensen og konan Annika til Danmarkar at búgva. Tey vildu vita, um 17 ára gamli sonurin Alex, sum er aspergari, kundi fáa onkur hóskandi tilboð. Tey hildu seg ikki finna nakað í Føroyum, sum passaði honum.

1. september flyta Hallur og konan heimaftur til Klaksvíkar at búgva, meðan Alex verður verðandi eftir í Herning, har hann er sloppin inn á skúla, sum hevur serliga tilrættalagda ungdómsútbúgving. Eisini skal Alex flyta í eina ungdómsíbúð.

– Tað sigur seg sjálvt, at tá ið vit flyta niður við Alex fyri at leita eftir hóskandi tilboði til hansara, og vit nú kunnu lata hann vera eftir í Danmark, so hevur tað gingið serstakliga væl við tí. Hann klárar seg so væl nú, at hann kann vera eftir í Herning og ganga á serligum skúla har, sigur Hallur Joensen.

Hann gleðir seg til at flyta heim aftur til Føroya at búgva.

– Eg kann ferðast nógv, men eg veri altíð føroyingur, og tað verður gott at koma heim aftur at búgva, sigur Hallur Joensen.


Í løtuni er Hallur Joensen staddur í Hetland, har hann spælir konsertir, og í næstu viku skal hann til Íslands at spæla á countryfestivali.