Hallur Joensen telist millum best umtóktu tónleikararnar her á landi, og eisini uttan fyri Føroyar eru boð eftir countrysangarunum.
Hallur Joensen skal í summar hava fleiri konsertir uttanlands.
5. juni hevur hann framførslu saman við Jambalaya Band á Countryfestivali í Glyngøre í Danmark og eina lítla viku seinni stendur Aså á skránni.
1. august spælir Hallur til fiska í Thyborøn, og dagarnar 7. til 9. august verður hann við á countryfestivali í Trandal í Noregi.
20-22. august verður Hallur Joensen at hoyra á Shetland Country Music Club, og tað verður tað saman við Brian Nicholson Band.
Hallur Joensen hevur eisini fleiri framførslur í Føroyum í summar.










