Hallur fer til Nashville

Countrykongurin fer í næstum til USA í spennandi ørindum

Í august mánaði fer countrysangarin Hallur Joensen til USA at innspæla tónleikin til nýggja útgávu.

Hallur Joensen gav fyrstu fløguna út í 2008, og frá byrjan fekk hann luft undir veingirnar og hevur verið sera væl umtóktur síðani – serliga í Føroyum, men eisini í fleiri londum uttanlands.

Nú er tíðin komin at innspæla nýggjar sangir, og hetta verður sjeynda útgávan hjá honum.  Ætlanin er at innspæla 12 sangir. Ein av teimum eru tøkulag, restin er nýggir sangir.

Aftur hesaferð samstarvar Hallur Joensen við framleiðaran og sangskrivaran Jákup Zachariassen, sum hevur skrivað løgini til størru helvtina av sangunum, sum skulu innspælast. Hallur hevur sjálvur skrivað trý av løgunum. Hesaferð roynir Jákup Zachariassen seg eisini sum yrkjara einum sangi, og annars hava eitt nú Steintór Rasmussen, Martin Joensen og Eyðun Nolsøe skrivað tekstir til sangirnar.

Upptøkurnar verða gjørdar í Starstruck upptøkuhølunum í Nashville, sum er størsta studio har á leiðini.

Hallur Joensen vónar, at nýggja útgávan kemur út síðst í árinum.

Útgávur hjá Hallur Joensen
Pickin’ Time in Nashville (2008)
Smile (2009)
Enn stendur hurð mín opin (2011)
Hallur with Stars and Legends (2013)
Cozy Cowboy (2015)
Lívið er ein lítil løta (2015)