- Hatta var eitt lekkurt spark!
Soleiðis segði serfrøðingurin á TV3 Sport, Jesper Thygesen, tá ið føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, óvæntað legði AC Horsens á odda 1-0 eitt lítið korter inn í seinna hálvleik í dystinum ímóti FCK í Parkini.
Talan var um fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum í Superliguni. Hallur Hansson hevði fáar minuttir frammanundan rakt tvørtræið, men nú bragdaði hjá Halli, sum gjørdi skjótt av og við einum knappligum skoti av brotsteigarmarkinum legði AC Horsens á odda 1-0.
Fjáltur var í FCK-leguni, og fáar minuttir seinni versnaðu útlitini hjá stóra høvuðsstaðarfelagnum. Eitt av mongu longu innkøstunum hjá Mikkel Qvist lógu væl í brotsteiginum, og Bjarke Jacobsen var hægstur og stútaði AC Horsens á odda 2-0.
Fimm minuttir fyri leiklok minkaði Rasmus Falk til 2-1, og FCK, sum legði stórt trýst á, fekk eisini tillutað brotsspark í seinastu sekundunum, men nýggi kroatiski málverjin í AC Horsens-málinum, Matej Delac, bjargaði.
Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og við 2-1-sigri í Parkini má sigast, at AC Horsens hevur fingið dreymabyrjan upp á nýggja kappingarárið. Næsti dystur hjá AC Horsens verður sunnudagin á heimavølli ímóti Randers FC.