Hallur Hansson, sum í dag hevur skift frá Vendsyssel til AC Horsens, verður gestur í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag.
Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17
Føroyski landsliðsspælarin kemur at greiða frá skiftinum, yrkisleiðini og EM endaspælinum, sum er í hesum døgum.
Við sær hevur hann eina troyggju, sum hann hevur spælt dyst í. Hon verður burturlutað saman við vinningi frá Radiobúðini í Runavík.
Les eisini: Hallur Hansson seldur
Fótbóltspanelið er hvønn fríggjadag á Rás2 millum klokkan 16 og 17.