Hallur er ársins spælari í Horsens

Hallur Hansson er kosin ársins spælari í AC Horsens

Hallur Hansson er kosin ársins spælari í AC Horsens fyri farna kappingarár. Føroyski landsliðsspælarin vinnur heiðurin í kapping við Mads Juel Andersen og Michael Lumb.

Landsliðsmiðvallarin hevur spælt heilar 31 dystir fyri AC Horsens í hesum kappingarárinum, sum endaði við uppgerð móti Vendsyssel um niðurflyting. Her vunnu Hallur Hansson og AC Horsens. Hann skoraði samanlagt sjey mál og legði upp til tvey.

##med2##

Tølini hjá Superliga.dk siga, at Hallur Hansson hevði 1108 avleveringar, og av teimum komu 897 fram til ein viðspælara. Hann byrjaði inni í 26 dystum og spældi samanlagt 2345 minuttir. Tað bleiv samanlagt til níggju gul kort og eitt reytt kort.

Tað er framvegis óvist, um Hallur Hansson heldur fram í AC Horsens. Í samrøðu við FM1 eftir at plássið varð tyggjað í Superliguni, segði hann:

- Eg kann ikki siga nakað nú, men tað kemur ein avkláring um nakrar vikur. Nú skal eg heim at hava feriu og spæla landsdystir, sigur Hallur Hansson.