Hópurin hjá KÍ er komin vegin fram til Slovenia. KÍ skal spæla móti Olympic Ljubljana í morgin. KÍ hevur fýra stig á triðja plássi, meðan vertirnir liggja aftast í bólkaspælinum við ongum stigi.
KÍ skal klára seg uttan Hall Hansson og René Shaki Joensen. Tað var annars René Shaki Joensen, sum setti hol á móti Olympic Ljubljana í 3-0 sigrinum á Tórsvølli. Bolt.fo skrivar, at hann væntast at spæla aftur skjótt. Verri er við liðskiparanum á manslandsliðnum, Hallur Hansson.
Tað var heldur ikki pláss fyri Halli Hansson í landsliðshópinum hesa ferð. Serliga til seinastu landsliðsúttøku bleiv nógv gjørt burturúr, at liðskiparin á landsliðnum ikki varð úttikin, hóast hann var aftur á vøllinum fyri KÍ.
- Hallur skal til kanningar í Norra og er ikki heilt frískur enn. Tit mugu minnast til, at hann bleiv klárur longu aftaná níggju mánaðir, tá ein krossbandsskaði vanliga tekur 15 mánaðir. Tað er einki undarligt við nøkrum afturstigum á vegnum, tá tú kemur aftur so tíðliga og eg vil síggja Hall Hansson blíva frískan og spæla javnt nógv, segði Håkan Ericson eftir tíðindafundin.
KÍ spælir mót Olympic Ljubljana í morgin klokkan 20. Dysturin hevur stóran týdning fyri møguleikunum hjá KÍ at koma víðari. Slovan Bratislava, sum liggur á øðrum plássi, fær vitjan av favorittunum úr franska Lille. Koppa úrslitini rætta veg fyri KÍ, so er møguleiki fyri at KÍ er á 2. plássi undan dystinum á Tórsvølli móti júst Slovan Bratislava.