Í tíðarskeiðnum 2012 til 2014 var Hallur Hansson knýttur at AaB í Aalborg. Tað gekst tó ikki so væl hjá Halli, sum bara var 20 ára gamal, tá ið hann flutti til AaB, at vinna fast pláss á liðnum. Hallur Hansson er skrásettur fyri at hava spælt seks dystir á besta liðnum í Aalborg.
Hallur var leigaður út til HB og flutti seinni til Víking, áðrenn hann fór til Vendsyssel og so á sumri í 2016 flutti til AC Horsens, har hann framvegis er.
Tað ber ikki til at siga annað, enn at tað hevur gingið væl hjá Halli Hansson, har hann er nummar 10 og liðformaður.
Í kvøld fer Hallur Hansson aftur at spæla á Aalborg Portland Park, sum er heimavøllurin hjá AaB. Hallur hevur seinastu árini verið sjálvskrivaður á miðvøllinum, og hann er liðformaður bæði í AC Horsens og nú eisini á føroyska landsliðnum.
Bæði AaB og AC Horsens hava spælt ein dyst í nýggja kappingarárinum. AC Horsens tapti 3-0 á heimavølli ímóti Randers FC, og AaB var partur av málleysum javnleiki í Lyngby.
Fyrsta bríksl millum AaB og AC Horsens verður klokkan 18, og dysturin verður vístur í sjónvarpinum á TV3Sport rásini.
Koronuásetingarnar í Danmark siga, at tað ikki kunnu savnast fleiri enn 500 til fótbóltsdyst. Tá eru íroknað leiðarar og umboð fyri miðlarnar. Tí er bara pláss fyri 280 áskoðarunum á stadion, har tað annars er pláss fyri 13.100 áskoðarum.









