Hallur Hansson er ikki í iva um, at landsdysturin í dag móti Kosovo verður torførur, men hann hevur eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu fáa eitt gott úrslit. Einkult spæl og hart arbeiði.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Kosovo er eitt knæsandi gott lið og teir hava góðar bóltspælarar. Eg haldi eisini, at teir eru eitt vet betri enn Aserbadjan. Vit vilja sjálvandi vinna dystin, men vit mugu fyrst og fremst hyggja at arbeiðsavrikinum. Tá tað er í lagið, so koma vit langt. Eg haldi faktist, at vit hava fingið bestu úrslitini, tá vit ikki hugsa so nógv, men bara spæla. Bara hugsa einkult, spæla einkult og arbeiða hart, sigur Hallur Hansson og leggur afturat:
Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar
- Tað snýr seg ikki um energi, men um at vit skulu inn á vøllin at geva áskoðarunum tað, sum teir hava uppiborið. Skansin var langt frammanfyri frammani fyri øll á dagsins spælaralistanum. Nú skulu vit geva teimum okkum aftur, sigur Hallur Hansson.
Les eisini: Eg vil spæla í einum størri felagi
Nations League landsdysturin móti Kosovo verður í dag klokkan 17. FM1 byrjar at senda upptakt av Tórsvølli frá klokkan 15.