Hallur Hansson var sera eyðsýndur á føroyska miðvøllinum í dag, og hann hevði eisini onkra nasa roynd ímóti ungarska málinum.
Hallur var eisini í nøkrum hørðum nærdystum, har serliga tann eini nærdysturin í seinna hálvleiki var harður. - Eg vildi ikki út, soleiðis eri eg bara, undirstrikaði Hallur í samrøðu við Trónd Arge eftir dystin. Hann slær fast, at hann vil ikki stríðast minni enn Fróði Benjaminsen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Hallur Hansson segði við Trónd Arge eftir dystin.