Hallur: Eg havi tilboð – men nú hugsi eg bara um landsliðið

Landsliðið: Hallur Hansson hevur ikki funnið sær nýtt felag, og tað verður ikki avgreitt í landsliðssteginum

##med2##

Trýst á pílin omanfyri, fyri at hoyra samrøðuna við Hall Hansson

 

Leygarkvøldið skal manslandsliðið í fótbólti spæla móti Eysturríki í HM-undankappingin. Landsliðshópurin er samlaður og vandi í dag á Tórsvølli.

 

Millum spælararnar er liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson. Hann er í tí serligu støðu, at hann ikki hevur nakað felag í løtuni. Hann hevur verið settur í samband við fleiri møguleikar, men enn er rætti møguleikin ikki komin.

 

- Eg havi havt fleiri tilboð, men eg eri komin í ein aldur, har eg ikki fari at taka av einum og hvørjum. Tað skal verða rætt fyri meg, sigur Hallur Hansson, sum ikki væntar at hetta verður avgreitt í landsliðssteðginum.

 

- Nú fari eg at bara at hugsa um landsliðið teir komandi dagarnar. Eg veit væl at tað ikki er optimalt, at eg ikki havi eitt felag, men eg havi allatíð verið í samband við landsliðsvenjaratoymið og tá Håkan velur at taka meg út, so sigi eg ja takk, sigur Hallur Hansson um dystarformin.

 

Liðskiparin gleðir seg til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða leygarkvøldið og týskvøldið. Á eftirmetingarfundi hevur venjaratoymið víst spælarunum á, at teir kunnu væl kappast, tá avrikið er á støði við tað, sum vit sóu móti Danmark.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum móti Eysturríki. Byrjað verður at senda klokkan 15, tá FM1 fer at endursenda sendingina frá 30 ára haldinum fyri sigrinum á Eysturríki í Landskrona. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 17.