Hallur: Eg eri ræðuliga skuffaður (FM1)

(FM1) Hoyr ein sjálvatfinningarsaman Hall Hansson seta orð á 0-2 tapið ímóti Aserbadjan

- Vit mugu taka í nakkan á okkum sjálvum og gera tað nógv betur. Orðini eigur sjálvatfinningarsami Hallur Hansson aftaná 0-2 tapið ímóti Aserbadjan í Nations League dystinum á olympiska leikvøllinum í Baku.

 

Hallur Hansson dylur ikki fyri, at hann er ræðuliga skuffaður um egið avrik og um avrikið hjá føroyska landsliðnum.

 

Hallur Hansson greiðir frá, at tað er blivin ein sálarlig sperra, at hann og liðfelagarnir harav fleiri eru góðir tekniskir fótbóltsspælarar skulu spæla so vánaligt sum gjørt var í fyrra hálvleiki: Vit koma illa frá byrjan, og spæla ræðuligt, og eg dugi ikki at siga hví, sigur Hallur Hansson.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hall Hansson í Mixed Zone økinum á olympiska leikvøllinum í Baku.