- Ein kann eisini gagnnýta, at ein hevur tapt ein dyst. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá H71-kvinnum, Hallur Danielsen sum sá sínar spælarar tapa fyrsta dystin hetta kappingarárið aftaná fimm sigrar í fimm dystum.
Um djørvu avgerðina at spæla við sjey útispælarum og ongum málverja við støðuna 24-24 tá lítið meir enn ein hálvur minuttur var eftir sigur Hallur Danielsen, at har tók hann ein kjans, og hann má bara taka á seg, at ætlanin ikki riggaði hesaferð, og Marjun Danberg kundi skorað til 25-24 til Neistan sum gjørdist endaliga úrslitið.
- Hetta var ein góður læripengi, staðfestir Hallur Danielsen sum greiðir frá, at liðið arbeiðir nógv við at venja og klára støður har bæði Marita Mortensen og Maria H. Weyhe verða mansvardar.
- Eg kann bara rósa spælarunum fyri at stríðast væl, hitt má bara koma við tíðini, sigur Hallur Danielsen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hall Danielsen aftaná Hallur ein góða løtu hevði prátað við sínar spælarar aftaná tepra tapið ímóti Neistanum.
HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum og sigursmálinum hjá Marjuni Danberg. Til ber eisini at hoyra samrøðu við sigursmálskjúttan.