Hallur & Co verða á Bátafestivali á Toftum

- Ongantíð áður hava so nógv fólk verið til dansin á Bátafestivalinum sum í fjør, men vit vænta, at nýtt met verður sett í annaðkvøld, siga fyrireikararnir.

 

Bátafestivalurin á Toftum er sum altíð fyrsta vikuskiftið í mai, og í ár verður dagurin leygardagin hin 6. mai, sum er í morgin. 

 

Í 2022 slapp Hallur endiliga á pallin aftur á Bátafestivalinum, og sjálvandi leveraðu Hallur & Co.

 

- Teirra tónleikur rungaði í stóra tjaldinum á havnarlagnum á Toftum. Hetta var eitt brak av einum dansi, og Hallur og hansara fólk frøddust um at vera aftur á Bátafestivalinum.

 

Fyrireikararnir av Bátafestivalinum siga, at ongantíð áður hava so nógv fólk verið til dansin sum í fjør, men tey vænta, at nýtt met fer at verða sett í annaðkvøld.

 

- Vit gleða okkum til ein fantastiskan dans, og sum altíð verður tað spennandi at hoyra og síggja Hall & Co enn einaferð á Bátafestivalinum, siga fyrireikarar á Toftum.