Hallur byrjaði á bonkinum

Føroyski landsliðsleikarin varð innskiftur í javnleiki ímóti gomlum liðfeløgum.

Ein dystur hevur verið í donsku Superliguni í kvøld. AC Horsens við Halli Hanssyni í hópinum vóru á vitjan í Aalborg hjá gamla liðnum hjá Halli, AaB.


Heldur óvant byrjaði Hallur á bonkinum í kvøld, men hann varð innskiftur fyri Oliver Drost tá ið ein tími var spældur.


Fáar minuttir áðrenn hann kom á vøllin vóru tvey mál komin. Kasper Pedersen legði AaB á odda 1-0, men ein av nýggju AC Horsens-leikarunum, Jonas Borring, javnaði til 1-1.


1-1 gjørdist eisini úrslitið í hesum dystinum, sum var darvaður av kava. Stigið var týdningarmikið hjá AC Horsens, sum varðveitir eitt stig frástøðu til júst AaB. AC Horsens er nummar fimm, tvey stig røttu megin markið til at sleppa við í endaspælið.