Hallur bíðar við at taka støðu

Hallur Hanson ásannar, at tað er stórur munur á, tá føroyska liðnum er á toppinum og á botni

Føroyingar høvdu gyltan møguleika at minka um munin til 2-1 beinanvegin eftir steðgin. Tað var Hallur Hansson, sum var púra blankur, men hann tapti tvídystin ímóti rumenska málverjanum.

-Eg iðri meg ógvuliga illa um, at tað ikki eydnaðist mær at skora. Tað átti eg at havt gjørt. Um vit høvdu minkað um munin tá, so høvdu vit ivaleyst kent eyka orku, og so kann tað vera, at tað hevði gingið øðrvísi, enn tað gjørdi, sigur Hallur Hanson, sum iðrar seg:

-Tað er ov stórur munur á botni og toppi. Tað mesta av 1. hálvleiki vóru vit væl við, men tá ið teir vóru frammanfyri við tveimum málum, so var ikki so nógv at gera eftir steðgin, tá ið vit fyri tað mesta runnu aftaná teimum. Tað gongur rætta vegin, men vit mugu bara staðfesta, at tað framvegis er ov stórur munur á, tá ið vit eru best fyri, og tá ið tað gongur minni væl.

 

Hallur Hansson er seinastu vikurnar vorðin lyklaspælari í Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Sáttmálin fevnir um tíðarskeiðið fram til jólar. Enn hevur føroyski miðvallarin ikki skriva undir uppá, hvat hann skal spæla eftir nýggjár:

-Vit práta saman, men eg havi ikki tikið støðu. Tá ið tað gongur væl, so eru tað fleiri eygu, sum hyggja, og so er tað sjálvandi áhugavert hjá mær sum spælara. Í løtuni havi eg fokus á at avrika í donsku landskappingini, og so fáa vit skjótt at síggja, hvussu tað verður eftir nýggjár, sigur føroyski landsliðsspælarin.

Føroysku spælararnir í Føroyum eru farnir í vetrarfrí frá landskappingini. Hallur Hansson og hinir spælararnir í donsku kappingini skulu í eldin aftur næsta vikuskifti. Tá skal Vendsyssel við Halli Hansson og René S. Joensen, sum í dag sat á føroyska beinkinum, á liðnum spæla á útivølli ímóti AC Horsens.