Hallstein Sigurðsson seksti

NØVN: Sunnudagin 11. august fór Hall­stein Sig­urðs­son í Havn um tey seksti.

Hallstein er kend­ur maður í Føroyum, sum hevur ver­ið virkin í ymsum felagsskapum. Í Ung­dóms­lands­felagnum, í Føroya Ung­dóms­ráð, í Sos­i­al­ist­isk­um Ungmannafelag, í Javn­að­ar­flokkinum, í Norrønafelagnum – og so var hann í út við ein mansaldur post­boð, fyrst í Havn, men seinni í Norð­streymi – til hann fór at standa fyri út­ber­in­g­ini hjá Prentmiðstøðini, fyrst av Sos­ia­li­num og Dimmalætting, men eisini av øðr­um prent­lut­um, sum Prentmiðstøðin í nøk­ur ár bar kring landið alt í kapping við al­menna Postverk Føroya.
Sum eftirnavnið sigur, so er Hallstein Sig­urðs­son klaksvíkingur. Hann er sonur Mar­grethu, fødd Poulsen, av Eiði, og Sig­urð Sig­urðs­son av Húsum. Abbin í móð­ur­ætt, Hans Jacob Poulsen, var fyrsti ting­mað­ur Javnaðarfloksins, sum varð valdur í Eyst­ur­oyar valdømi. Tað var í 1936. Men hann doyði longu árið eftir í 1937.
Abbin í faðirætt var Jóin á Húsum. Hann varð føddur í Vestmannaoyggjum í Ís­­landi, og foreldrini vóru úr Mýrdalsvík. Tá ið Jóin var sjey ára gamal, kom hann við Geila Jákupi til Húsar, har hann vaks upp, gift­ist og bygdi. Um 1930 fluttu tey til Klaks­víkar, og harvið kom Sigurðsson eft­ir­navn­ið til Klaksvíkar.
Pápi Hallstein, Sigurð, doyði longu í 1960, tá Hallstein var ársgamal. Og mamm­an Margretha doyði í 2000.
Margretha og Sigurð fingu átta børn: Jóin (1940-2016), Hans Jacob (1941), Alfons (1943), Tor­leif (1946-2008), Thorbjørg (1949), John Tór­ur (1950), Terji (1956) og Hallstein (1959).
Hallstein Sigurðsson eigur sonin Trónd og stjúksonin Rana.
Hóast klaksvíkingur, so hevur Hall­stein ver­ið havn­ar­mað­ur nú í eini 40 ár. Tað var longu í 1984, at Hallstein Sig­urðs­son stillaði upp til løgtingsvalið sum um­boð fyri SU, Sosialistiskt Ungmannafelag. Væl gekst, hóast hann ikki rakk upp um ting­gáttina – sum var lutfalsliga tung at røkka hjá einum ungdómsvalevni í val­skip­an við sjey valdømum. Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði tveir sterkar tingmenn í Suð­ur­streymoyar valdømi, sum vóru tung­ir at syfta. Øðrvísi er í dag við einum valdømi, har tú sum valevni hjá Javn­að­ar­flokk­i­num á seinasta vali bert skuldi verið inn­an fyri tey fremstu 15 fyri javnan at hava sæti á tingi.
Hallstein hevur eisini roynt seg á bý­ráðs­vali, og hevur hann havt fótin inn­an­fyri nakrar ferðir. Men betur gekk, tá hann læt staffettina víðari til sonin, Trónd Sigurðsson, sum í løtuni er fyrst­valdi býráðslimur í Havn, valdur fyri Javn­að­ar­flokkin við ikki færri enn 676 at­kvøð­um.
Sum vit nevndu omanfyri, so hevur Hall­stein verið ógvuliga virkin í ymsum ment­an­ar­ligum arbeiði. Í hesum hevur ver­ið nógv norðurlendskt samstarv, og Hall­stein er tað vit kunnu kalla ein ord­i­lig­ur nord­ist­ur. Tí endaði hann eisini sum for­mað­ur í Norrønafelagnum í Føroyum. Hann kennir nógv fólk í øllum norð­ur­lond­um, og hann er upp á fornavn við nógv­ar kendar politkarar, sum hann hev­ur lært at kenna í ungdómsarbeiðinum und­ir Norð­ur­land­a­ráðnum og í politisku skip­an­ini, har hann hevur vinir úr at kalla øll­um flokkum.
Hallstein býr í dag saman við Onnu Dor­is Mørkøre, sum er av Eiði, í vest­ur­býn­um í Havn. Men sum tann nordistur hann er, so hevur hann eisini dvalt í Grøn­landi í nøkur ár. Tí fyri seks árum síð­ani valdi hann at flyta til Grønlands at ar­beiða. Sum tann royndi maðurin innan postvirksemi, hann var, fekk hann starv sum deild­­a­r­leið­ari hjá grønlendska post­verk­i­num, Post & Tele, í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
Við Sosialin, sum hevði samrøðu við hann, tá hann fór avstað, segði hann so­leið­is:
– Eg havi altíð droymt um at læra og liva í eini aðrari mentan. Eg fari ikki, tí eg eri troytt­ur av Føroyum, men nú havi eg fing­ið ein møguleika, ið eg vil sleppa at royna...
– Men nú skulu vit minnast til, at hetta er ikki forever, men snýr seg um trý ár. Eg komi heilt sikkurt aftur til Føroya, tað skal eingin ivi verða um tað, sigur Hall­stein Sigurðsson.
Og Hallstein er tíbetur komin aftur, og tað kunnu vit øll fegnast um og ynskja Hallsteini hjartaliga tillukku við degnum og ynskja eina góða og hugnaliga veitslu leyg­ar­kvøldið!

Vinur