1. mai tók Hallstein Sigurðsson sæti í Tórshavnar Býráð fyri Elina Lindenskov, sum vegna lestrarørindi hevur biðið um farloyvi.
Hallstein Sigurðsson starvast sum postboð í Kollafirði. Hann varð næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Havn á býráðsvalinum í 1996, og hann hevur fyrr havt sæti, tá Elin Lindenskov hevur havt farloyvi