Hallstein Sigurðsson hevur fyribils í ein mánað tikið sæti í býráðnum í Havn. Tað er Tórfinn Smith, ið er burtur í arbeiðsørindum, sum hevur farloyvi.
Hallstein Sigurðsson stillaði fyrstu ferð upp til býráðsvalið í Havn í fjør, og gjørdist hann nummar trý á listanum. Hallstein er ættaður úr Klaksvík, og hevur hann seinastu fjúrtan árini starvast sum postmaður í Havn.
Hallstein Sigurðsson er annars gamal í garði í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, har hann m. a. hevur verið formaður. Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyrstu fer í 1984 - tá sum ungdómsvalevni hjá SU. Hjartamálini hjá Hallsteini eru m. a. viðurskiftini hjá eldru borgarunum. Hann heldur, at tað almenna eigur at gera meira við at byggja íbúðir til eldru borgararnar, so ikki verður neyðugt at sita í stórum og dýrum húsum.