HALLO - Brian Head Welch

Brian Head Welch, amerikanskur rocktónleikari, sum spælir á Fjarðafestivalinum um vikuskiftið

Hvussu hevur tónleikalívið hjá tær verið, síðani tú gavst í bólkinum Korn?

- Eg gav mína fyrstu fløgu út í 2008, men tað gekk eitt sindur upp og niður. Tað komu ikki altíð so nógv fólk til mínar konsertir, men í ár er tað nógv betri, og nú kenni eg á mær, at eg geri tað, sum ætlanin var, at eg skuldi gera.


Hvat væntar tú tær av ferðini til Føroya?

- Tá eg var í Europa og spældi seinast, fekk eg ikki nógv við. Eg minnist lítið og einki av tí, og eg lá og svav allan dagin. Hesaferð ætli eg mær at hava tað stuttligt, spæla góðan tónleik og uppliva eitt sindur av støðunum, har eg komi.


Og hvat bjóðar tú á konsertini í Føroyum?

- Harðan rock. Eg dugi bara at spæla harðan rock, og tað fari eg eisini at spæla í Føroyum.