- Vit føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú hann í morgun hevur lagt fíggjarlógini fyri næsta ár, fyri Løgtingið.
Eftir uppskotinum verður hallið næsta ár 139,7 milliónir krónur eftir rakstrar-, løgu- og rentuútreiðslur. Hallið er sostatt 57 milliónir krónur minni sammett við játtanarkarmarnar fyri 2015, sigur løgmaður
Samlaði karmurin til løgur verður 276 milliónir krónur næsta ár, og mett verður, at umleið 70 milliónir krónur verða framfluttar frá 2014. Í 2014 vóru løgurnar 277 milliónir, umframt at 184 milliónir krónur vórðu fluttar frá undanfarnum árum.
- Landið ger sostatt framvegis nógvar løgur í 2015 sammett við undanfarin ár, og tað er fyri at stimbra búskapin, sigur landsstýrismaðurin. Samlaðu inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 eru 4.545 milliónir krónur, harav eru skattainntøkur 1.965 milliónir.
Inntøkur frá avgjøldum og tolli eru mettar til 2.166 milliónir krónur og Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar verða mettar til 4.685 milliónir krónur, harav eru nettorakstrarútreiðslurnar 4.324 milliónir krónur. Løguútreiðslurnar eru 276 milliónir krónur og rentu- útreiðslurnar eru 85 milliónur krónur. - Við uppskotinum til fíggjarlóg styrkir landsstýrið fleiri týðandi vælferðarøki í Føroyum við øktum játtanum á fleiri økjum, sigur Jørgen Niclasen.
- Játtanin hækkar til heilsumál, serliga til viðgerð og fyribyrging av krabbameinssjúkum og til serstakan sjúkrahúsheilivág. Játtanin hækkar eisini til almannamál, serliga til stakar uppihaldarar, og játtanin hækkar til útbúgvingar, serliga til sernám og hægri útbúgvingar.
- Harafturat verður samferðslan styrkt við størri játtan til Strandfaraskip Landsins, og peningur verður settur av til verkætlan, sum snýr seg um talgilding innan almenna geiran.
- Landsstýrið rekur við hesum uppskotinum ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingum, sum eru fyri framman.
Men samgongan heldur framvegis fast um, at avlop skal vera á fíggjarlógini í seinasta lagi í 2016.
- Samgongan hevur sett sær fyri, at hallið í landskassanum skal minka stigvíst eftir nøkrum árum og at hetta verður gjørt við tiltøkum á inntøku- og útreiðslusíðu landskassans. - Tað er umráðandi, at hesi átøk at minka hallið verða sett í verk á ein hátt, sum ikki skalar búskapin og eftirspurningin í samfelagnum óneyðuga nógv, sigur Jørgen Niclasen.
|