Washington Post vil vera við, at amerikanska fyritøkan Halliburton fær nógv burtur úr amerikonsku hersetingini í Irak.
Sambært blaðnum hevur fyritøkan tryggjað sær arbeiði í Irak fyri einar 12 milliardir krónur, og at fyritøkan fer at fáa fleiri milliardir afturat burtur úr øðrum sáttmálum, sum eru á veg. Eitt nú byggir og rekur Halliburton allar støðirnar hjá amerikanska herinum í Irak, eins og felagið útvegar útgerð til tey umleið 1200 fregnartænastufólkini, sum leita eftir hópoyðingarvápnum. Harafturat stendur felagið fyri postflutninginum til teir 140.000 amerikonsku hermenninar.
Dick Cheney, varaforseti, hevur verið stjóri í Halliburton. Sambært Washington Post er so tætt samband millum fyritøkuna og amerikanska herin, at starvsfólk hjá Halliburton ganga ofta í hermannabúna.