Hallið verður 460 milliónir krónur

Hallið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2012 verður 460 milliónir krónur. Tað er 166 milliónir minni, enn hallið var á teirri fyribilsfíggjarlógini, sum Aksel V. Johannesen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, legði fyri tingið beint áðrenn løgtingsvalið.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, greiðir í løtuni fjølmiðlafólki frá uppskotinum á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at væntaðu inntøkurnar hjá landskassanum verður 4,5 milliardir krónur, meðan útreiðslurnar liggja um fimm milliardir krónur.

Nógv umrødda flatskattaskipanin verður sett í verk, og hon verður fíggjað við at skatta pensjónirnar við inngjaldi. Nettoinntøka landskassans av hesi broyting verður níggju milliónir krónur, sigur Jørgen Niclasen.