Hallið verður 429 milliónir krónur

Eitt hall á góðar 429 milliónir krónur og færri aðalráð, stendur millum annað í uppskotinum um játtanarkarmarnar fyri 2012. - Høvuðsraðfestingarnar í 2012 fara til barnafamiljurnar, útbúgvingarøkið og tilbúgvingina. Løgurnar til skúla-, almanna- og heilsuverkið verða eisini øktar munandi, samstundis sum peningur er settur av til nýtt havrannsóknarskip, stendur í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fyri løgtingið.

Lagt verður eisini upp til rationaliseringar og sparingar.

- Innan almenna bygnaðin verða rationaliseringar og sparingar framdar við at minka talið av aðalráðum úr nýggju niður í seks, stendur víðari í uppskotinum.

Útreiðslukarmurin er 4,85 milliardir krónur, og inntøkurkarmurin 4,43 milliardir krónur.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin taka undir við uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur lagt fyri Løgtingið.