Hallið minkar við 177 milliónum

Við sparingum og einum breiðkaðum inntøkugrundarlagi hevur fíggjarlógaruppskot Tjóðveldisfloksins eitt hall á bert 99,8 milliónir, og tað eru heilar 177 milliónir minni, enn hallið á samgongufíggjarlógini

Hósmorgunin bjóðaði Tjóðveldisflokkurin til tíðindafundar á gamla apoteki, har andstøðuflokkurin legði fram sítt fíggjarlógaruppskot fyri 2004, og staðfestast kundi beinanvegin, at sera stórur munur er á uppskoti Tjóðveldisfloksins samanborið við fíggjarlóg samgongunnar, sum eftir evstamark á blaðnum varð løgd fram seinni hósdagin. Hon ljóðar at hava eitt hall á 277 milliónir.

Avgjøld á olju, sigarettum og góðgæti
Fíggjarlógaruppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum er við støði í uppskoti teirra frá oktober í fjør, sum hevði yvirskot á 100,6 milliónir. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, vísir á, at størsti munurin millum teirra uppskot og uppskot samgongunnar tykist vera í sparingunum og breiðkaða inntøkugrundarlagnum, Tjóðveldisflokkurin vil fremja, men sum samgongan ikki ynskir at ganga á møti.
Undir breiðkaða inntøkugrundarlagnum, sum tilsamans skal vinna landskassanum 29 milliónir afturat í ár, eru avgjøldini á góðgæti, sigarettum og dieselolju framvegis sparitiltøk, Tjóðveldisflokkurin vil seta í verk, og sum skilst er uppskotið um hetta á veg í tingið. Fyri 2004 kunnu hesi avgjøld bert virka frá í fyrsta lagi 1. mai, og tískil verða inntøkurnar í ár mettar at vera 29 milliónir, men vísa útrokningar Tjóðveldisfloksins á, at inntøkurnar kunnu árliga koma uppá umleið 45 milliónir krónur við dýrari góðgæti, dieselolju og sigarettum.
Viðvíkjandi nýggjum sparingum í mun til seinasta fíggjarlógaruppskot teirra í oktober eru 25 milliónir at vinna við skerjingum av íløgum, og eftir sparingar í barsilsskipan, familju- og heilsumálum, ferðaútreiðslum og semingsmannaskipan verður samlaða sparingin á 36,5 milliónir. Tjóðveldisflokkurin heldur fast við, at barsilsskipanin skal leggjast út á arbeiðsmarknaðin.

Almennir bygningar seljast
Hóast sparingarnar og breiðkaða inntøkugrundarlag Tjóðveldisfloksins gevur landskassanum 65,5 milliónir meiri samanborið við uppskotið í oktober, stendur spurningurin eftir, hvar stóri munurin á 177 milliónir ítøkiliga kemur í lag millum samgonguuppskotið og uppskot Tjóðveldisfloksins í andstøðu.
- Hetta uppskot okkara tekur støði í uppskotinum frá oktober í fjør, sum m.a. legði upp til sølur av almennum bygningum og sparingum í fyrisitingini, sum tilsamans gevur sparingar á umleið 110 milliónir, sigur Høgni Hoydal, tá hann verður spurdur um stóra munin á fíggjarlógunum báðum. Hann sipar her til, at bygningurin hjá postverkinum kundi verðið seldur landsbankanum fyri 66 milliónir, íbúðirnar hjá landssjúkrahúsinum á Eirargarði kundu verðið seldar, og at sparingar í fyrisitingini, sum samgongan als einki hevur gjørt við, kundu vunnið landinum 40-50 milliónir. Spurdur, um landið skal fíggjast við sølu av almennum bygningum, er Høgni Hoydal greiður.
- Hettu eru eingangstiltøk, sum als ikki eiga at verða tikin í nýtslu til eina og hvørja tíð, og serligu umstøðurnar hava gjørt, at vit meta sølur av áðurnevndu bygningum vera rættar, slær Høgni fast. Umframt hetta vísir Tjóðveldishøvdingin á, at avlopið á skerdu íløgunum og øktu inntøkunum tilsamans geva vinning á slakar 50 milliónir.

- Stóra hallið er politiskur taktikkur
- Hóast eg ikki havi sæð uppskot samgongunnar, tykjast teir hava strikað sparitiltøk okkara bæði frá í fjør og í ár, og talan hevur als ikki verið um nakran vilja ella innsats hjá teimum at spara, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at hallið á 277 milliónir er tað sama, sum Tjóðveldið og co. hava havt undanfarnu árini at byrja við, áðrenn nakrar sparingar eru gjørdar á nøkrum øki.
- Teirra væntandi vilji til sparingar er ein partur av einum langsiktaðum politiskum og hugsjónarligum taktikki, har teir vilja seta okkum í ringt ljós, meðan landið má svíða av væntandi vilja teirra til neyðugu sparingarnar, sigur formaður Tjóðveldisfloksins avgjørdur. Hann vísir sjálvsagt aftur, at tøl Tjóðveldisfloksins í veruleikanum bert er veruleikafjar optimisma og úrslit av t.d. blokkniðurskurðinum á sinni.
- Stóra hallið, samgongan nú leggur fyri tingið, er einfalt eitt úrslit av væntandi vilja, og hóast tíðirnar eru verri og eitt hall er veruleiki, hevði hallið verið nógv minni við einum innsatsi frá teirra síðu, heldur Høgni Hoydal at enda. Staðfestast kann bert, at munurin millum uppskot Tjóðveldisfloksins og uppskot samgongunnar um fíggjarlóg 2004 er á heili 177 milliónum, og tískil má talan vera um grundleggjandi øðrvísi útrokningar og framferðarhættir hjá andstøðu og samgongu.