Fíggjarlógin
Næsta ár fer hallið á fíggjarlógini at vera einar 500 milliónir krónur.
Tað er greitt, eftir at fíggjarnevndin hevur verið við sjóneyku og kritiskum brillum ígjøgnum allar játtanir á fíggjarlógini.
Og í gjár legði fíggjarnevndin so sína niðurstøðu fyri Løgtingið.
Og har sæst, at samanlagt minkar hallið nakað væl aftur ímóti tí, sum landsstýrið hevði stungið út í kortið
Tey heilt endaligu tølini eru ikki komin á enn, men tað er greitt, at fíggjarnevndin ætlar, at næsta ár skal hallið verða umleið 500 milliónir.
Tá er roknað við almennum íløgum upp á 240 milliónir krónur og í hesum sambandi hevur fíggjarnevndin lagt seg eftir at spjaða íløgurnar um alt landið.
- Tá ið landsstýrið legði uppskotið fram, varð hugt eftir, hvussu játtanin er í ár og hvat nýtt virksemið ætlanin var at seta í verk næsta ár, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Hann sigur, at í hesum sambandi hevur landsstýrið boðað frá, at næsta ár er ætlanin at seta nýtt virksemi ígongd, sum hevði kravt 118 nýggj, almenn starvsfólk.
Fíggjarnevndin hevur tikið tað allarmesta av hesum nýggja virksemi burtur av aftur.
Í hesum sambandi hevur fíggjarnevndin hugt eftir nýtsluni á teimum ymsu stovnunum 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár og so rokna nýtsluna fyri desember út eftir tí og soleiðis er komið fram til ársnýtsluna.
- Vit hava tikið játtanina fyri í ár og hava so hækka tær 3% fyri at leggja upp fyri lønarvøkstrinum, sigur Anfinn Kallsberg.
- Prinsippið hevur verið, at virksemið skal ikki økjast næsta ár.
- So er tað onkur stovnur, sum ikki hava havt fult virksemi í 2008. Vit hava ikki hugt eftir játtanini, men bara eftir tí, sum er brúkt
So eru tað stovnar, sum hava bundið seg til fleiri útreiðslur í desember, eitt nú við fleiri starvssetanum, fáa teir ein trupulleika næsta ár, tí játtanin hækkar bara eftir nýtsluni 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár og ikki eftir játtanini, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Kortini hevur fíggjarnevndin lagt uppfyri tí virksemið, sum tað ikki slepst undan at hækka, eitt nú har skúlar hava tikið størri og fleiri flokkar inn.
- Tað virksemið heldur fram, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at so leingi búskapurin ikki veksur, er heilt ómøguligt at lata raksturin veksa.
Men kortini vil tað almenna halda hjólini ígongd og tí er umráðandi at tað almenna ger íløgur fyri at haldavirkseminum ígongd.
- Íløgurnar eru ikki varandi, men eru burtur, tá ið tær eru lidnar og tær kunnu eisini niðurlagast, tá ið tíðirnar batna, uttan at tað fær avleiðingar, sigur Anfinn Kallsberg.