Samlaðu útreiðslurnar fyri at reka føroyska samfelagið næsta ár verða 4 milliardir og 775 milliónir krónur. Jóannes Eidesgaard hevur kunngjørt fíggjarlógaruppskotið fyri 2010. Í mun til í ár hevur tað eydnast landsstýrinum at lækkað hallið á fíggjarlógaruppskotinum úr 770 milliónum til 506,5 milliónir krónur.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at semja er um at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í 2015, men hann vónar, at tað kann gerast fyri ta tíð.
Inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum er:
Umleið 2 milliardir í skatti
1,6 millardir í avgjøldum
635 milliónir í heildarveiting frá ríkinum.
Jóannes Eidesgaard segði millum annað, at roknað er við 0 krónur í lønarhækkingum í almennum lønum og boðaði samstundis frá, at hvør króna í meirútreiðslu í sambani við lønarsamráðingarnar, sum eru beint nú, verður mótroknað í størvum.
Vit frætta meira um hetta seinni.