Hallið í 2005 verður 40 mió kr.

Talan verður aftur í ár um veldugt hall. Men longu í 2006 verður mett, at inntøkur og útreiðslu javnviga. Og í 2007 verður talan ætlandi um yvirskot

Smyril Line

Tað eru ikki smápengar, sum tosað verður um, tá roknskapurin hjá Smyril Line verður umrøddur.
Stór hall hava verið gerandiskostur, síðani nýggja Norrøna kom til Føroya, og í 2005 verður talan helst um størsta hallið higartil.
- Vit rokna við, at talan í ár verður um einar 40 mió kr. í halli, staðfestir Edvard Heen, nevndarformaður í felagnum.
- Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, men vit rokna við, at vit longu í komandi ári hava javnvág í rakstrinum. Og frá 2006 at rokna, skuldu vit gjarna aftur havt yvirskot. Fyrst og fremst, so verður ggingarfelagnum, sum umvegis sín eigaraskap velur ein nevndarlim.um pening.
- Hesir lutir eiga at tryggja okkum javnvág í roknskapinum, og frá 2007 at rokna vænta vit so, at flutningurin av ali- og feskfiski aftur er í øking. Tað vil aftur innibera eina størri inntøku, og tí meta vit talan vera um eina ætlan, sum fer at síggjast aftur í veruligu tølunum, sigur Edvard Heen.

Útvald lyklatøl úr roknskapinum
2001200220032004
Úrslit21.03311.205-34.995-23.881
Eginpeningur210.327221.532186.537165.357
Soliditetur84812121
Gjaldførislutfall4391644847