Seinnu árini hava vit fingið eina nýmótans halleluja-útgávu av gudloysi ella ateismu, sum sigur, at fólk, ið trúgva á Gud, eru annaðhvørt býtt, óupplýst ella ónd. Men tað finnast fleiri rationellar grundgevingar fyri, at Gud finst, bæði í tí deyðu og livandi náttúruni. Tí hvussu sannlíkt er tað, at alheimurin er eitt úrslit av tilvild? Ella at lív kyknaði úr ongum? (…).
Kunnu vit prógva Guds eksistens eins og ein matematiskan frymil? Svarið er “nei”, av tí at prógv er eitt sera kravmikið orð. Men spurningurin kann orðast øðrvísi: Ber tað til rationelt at grundgeva fyri Guds eksistensi? Eru tað aðrar ábendingar um Gud enn heilagar skriftir og religiøsar dogmur? Til hetta vil eg avgjørt svara JA.”