Halldis í Smiðjuni

Fríggjadagin 17 februar hevur 22 ára gamla havnargentan, Halldis Olsen, framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Halldis byrjaði á ungum árum at fáast við list í Heinesenshúsi, ið Bent Bruun Hansen settið á stovn.
Eftir lokið studentsprógv leitaði hon sær til Danmarkar, har hon í eitt ár gekk á listaháskúla.
Á framsýningini sýnir Halldis fram málningar, prent og tekningar ið hon hevur gjørt í Danmark.
Framsýningin, sum altso letur upp fríggjadagin, er opin til týsdagin 21. februar. Allar dagar millum klokkan 16 og 20.
Í sambandi við ferniseringina fríggjadagin fer Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum at hava framførslu, og byrjar hendan kl. 16.30.

-mørk