Halldis og Ólavur eru Ársins Leiðarar

Tað blivu tey bæði Halldis Joensen og Ólavur Asafson, ið gjørdust Ársins leiðarar seint seinnapartin í dag. Vinnararnir blivu kosnir á Leiðaradegnum, sum fór fram á Hotel Føroyum í dag.

Seks fólk vóru í uppskoti til at gerast Ársins leiðari, tríggir innan privata vinnulívið og tríggir innan tað almenna.

Halldis Joensen, í er leiðari á Heiminum í Vallalíð gjørdist Ársins leiðari hjá tí almenna, meðan Ólavur Asafson frá KJ Hydraulik bleiv Ársins leiðari innan tað privata vinnulívið.

Um Halldis Joensen bleiv sagt soleiðis:

- Halldis er visionerur leiðari, sum gongur undan innan starvsøkið hjá fólki við sjúkuni demens. Hon vísir starvsfólkunum álit og gevur teimum ábyrgd. Við sínum leiðarastíli, fakliga dugnasemi og avrikum er hon fyrimynd hjá øðrum leiðarum og hevur størstu virðing frá øllum á fakøkinum. Halldis Joensen hevur lagt lunnar undir eitt heim fyri minnisveik– eitt veruligt heim hjá búfólkunum, sum helst er mest framkomna á sínum øki innan danska ríkið um ikki í øllum Norðurlondum. Tað hevur givið afturljóð og sett Heimið fyri minnisveik í Vallalíð á heimskortið.

Grundgevingin fyri at Ólavur Asafson bleiv Ársins leiðari innan privata vinnulívið var hendan:

- Ólavur tók við leiðsluni í KJ Hydraulik í 2002, tá ið umstøðurnar í fyritøkuni brádliga kravdu tað. Avbjóðingin var stór, men Ólavur hevur megnað at menna fyrtøkuna ómetaliga nógv á verandi og nýggjum økjum bæði í Føroyum og ikki minst uttanlands. Ólavur skapar góðan trivnað, vísir starvsfólki stórt álit og stuðlar undir mennandi og skapandi evnini hjá øllum í fyritøkuni. Hóast búskaparkreppu hevur fyritøkan ment seg fíggjarliga. Hetta grundað á væl umhugsaðar, visionerar og vágafúsar avgerðir hjá Ólavi.

Innan tað almenna vóru tríggjar kvinnur í uppskoti til at gerast Ársins leiðari: Annika Sølvará, stjóri (Granskingarráðið?), Halldis Joensen, leiðari (Heimið við Vallalíð) og ?Salua Manai, leiðari (Margarinfabrikkin).

Innan tað privata vóru tey tilnevndu ?Ólavur Asafson, stjóri (KJ-Hydraulik), ?Jens Meinhard Rasmussen, stjóri (Skansi Offshore) og ?Kristian Martin Rasmussen, stjóri (Christian í Grótinum).