Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í Jönköping í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Mótstøðuliðið í kvøld var GuIF úr Elskilstuna.
Tað eydnaðist Hallby at vinna stórsigur 38-29. Í steðginum var Hallby bert á odda við tveimum málum. 19-17 til Hallby vísti máltalvan.
Hallby er fjórðaftast í deildini við 17 stigum. Hallby hevur átta stig niður til tey niðastu liðini, Lugi og Aranäs sum hava níggju stig hvør. Endar Hallby fjórðaftast aftaná lokið grundspæl skulu teir spæla Play Off dystir um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Rói skoraði trý mál og legði upp til tvey mál. Verjukempan, Pætur skoraði eitt mál.
Mikukvøldið 20. mars spælir Hallby dyst á útivølli móti Ystad.











