Hallby skoraði sigursmálið tá tvey sekund vóru eftir

Hesaferð koppaði tað rætta vegin hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í Hallby

Pætur Mikkjalsson vitjaði gamlar gøtur í kvøld, tá hann og Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu dyst á útivølli í Alstermo móti gamla liðnum hjá Pæturi, AMO.

 

Tað endaði væl hjá Hallby í kvøld. Tá hallarklokkan vísti tíðini 59:58 skoraði Charles Hugoson sigursmálið til 31-30 til Hallby.

 

Hallby var á odda 18-13 í steðginum, men tað gekk meira striltið í seinna hálvleiki. Tó endaði tað framúr væl við einum sigri upp á 31-30.

 

Rói skoraði trý mál og legði upp til eitt mál í kvøld. Hann skoraði næstseinasta og fjórðseinasta málið hjá Hallby, og tað gjørdi mun í harða endaspurtinum. 

 

Hallby er triðaftast í bestu svensku hondbóltsdeildini við 10 stigum. Tó eru bert trý stig upp til áttanda plássið, ið gevur eitt pláss í endaspælinum aftaná lokið grundspæl. Á áttanda plássinum er Kristianstad við 13 stigum.

 

27. desember klokkan 18 spælir Hallby móti Skövde á heimavølli.