Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld útidyst móti Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Skövde vann dystin 34-28. Í fyrra hálvleiki var Hallby munandi betri við, og í steðginum var Skövde bert á odda 18-17.
Føroyingarnir vóru ikki millum málskjúttarnar hjá Hallby í kvøld.
Við sigrinum fór Skövde framum Sävehof og legði seg fyribils á odda í deildini við 17 stigum.
Hallby er næstaftast við seks stigum, men tað eru bert seks stig upp til AMO, ið hevur níggju stig á níggjunda plássinum.
Tó var hetta fimta tapið á rað hjá Hallby, ið má stríðast fyri at venda gongdini skjótt.
Fríggjakvøldið 8. desember tekur Hallby móti Alingsås á heimavølli.