Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í Jönköpings idrottshus í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Hallby spældi móti OV Helsingborg í kvøld, og máttu Rói og liðfelagarnir lúta við tveimum málum 26-28.
Í steðginum var Helsingborg á odda 11-9, og í seinna hálvleiki var Helsingborg á odda bæði 19-12 og 25-19 áðrenn Hallby fekk høvdið fyri seg aftur, men nærri enn tveimum málum kom heimaliðið ongantíð.
Rói skoraði eitt mál upp á fimm málroyndir.
Hallby er nummar níggju í deildini við 17 stigum. Teir eru eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. Hammarby og Önnered hava 18 stig, og júst OV Helsingborg hevur 19 stig. Tí var tað óheppið, at Hallby tapti fyri teimum í kvøld.
Hallby spælir seinasta dystin undan vetrar og HM-steðginum á útivølli móti Kristianstad komandi mánakvøld klokkan 18.
Liðið hjá Ísaki Vedelsbøl og Óla Mittún, Sävehof spælir dyst sunnudagin klokkan 15 á útivølli móti Alingsås.