Hallarútbyggingar samtyktar

Í kvøld hevur Tórshavnar Kommuna samtykt, at tvær hallir í høvuðsstaðnum verða útbygdar

Í áravís hava ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum, sum virka í innandura hallum, víst á, at umstøður teirra als ikki hava verið nóg góðar. Hondbólts- og flogbóltsfeløg hava kært sína neyð um, at lið teirra ikki hava fingið nøktandi venjingarumstøður vegna vantandi hallartímar, og fyri stuttari tíð síðani var eisini ein greinarøð í Sosialinum, har ítróttargreinir sum borðtennis og judo vístu á, at hesar ítróttargreinir ikki høvdu nakran heimstað í høvuðsstaðnum. Hetta verður tó broytt nú sambært skrivi frá Tórshavnar Kommunu.

 

Fyrr í kvøld hevur Býráðið nevniliga samtykt, at tvær hallir verða útbygdar í høvuðsstaðnum. Høllin á Hálsi skal útbyggjast til dupulthøll, og kemur hetta at merkja, at ein heilur hondbóltsvøllur verður afturat í høllini. Eisini verða høli bygd til borðtennis og judo, ið loksins fáa eitt virðiligt stað at virka.

 

Eisini verður høllin í Skúlanum á Argjahamri bygd út. Síðani skúlin varð bygdur í 2011 hevur talan verið um lítla dupulthøll, sum hevur havt breidd sum ein heilur hondbóltsvøllur, men bara helvtina av longdini. Nú verður høllin tó útbygd til fulla longd av einum hondbóltsvølli, og eisini fara áskoðarapláss at standa framvið vøllinum.

 

Eftir ætlan verður høllin á Hálsi liðugt útbygd tíðliga í 2017, meðan heila hondbóltshøllin á Argjum verður liðug á heysti í 2016.

 

Skrivið hjá Tórshavnar Kommunu kann lesast í fullum líki HER.