Hallandåsen ein sorgarleikur

Bergholið gjøgnum Hallandåsen í vestur-Svøríki er ein umhvørvisligur sorgarleikur. Trupulleikarnir hava staðið í bíðirøð, og nú skal ein avgerð takast, um hetta skal halda fram, og hvussu bergholið kann gerast liðugt. Uttan at skaða fleiri menniskju og djór.

Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo


Hallandåsen-bergholið er ikki liðugt, og svenskir jarnbreytaserfrøðingar tora ikki at gita um, nær hetta kann gerast liðugt, ella um tað yvirhøvur skal gerast liðugt. Byggiharrin - jarnbreytaverkið - hevur enn ikki kunna víst á, hvussu tey vilja tetta bergholslekarnar, og hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri umhvørvið veit eingin enn.

Fríggjadagin var seinast freist at koma við viðmerkingum til bergholsætlanina. Tey flestu umboðini fyri myndugleikarnar, sum hava sent inn sína hugsan, meina at farast skal undir at fullføra ætlanina.

Men fleiri granskingarserfrøðingar seta eitt stórt spurnartekin við, um tøknfrøði er at fáa hendur á, sum kann tryggja, at ætlanin kann halda áfram. Teir vísa á, at tað í løtuni ikki er nøkur framkomin tøkni, sum kann fáa arbeiðið trygt ígjøgnum øki við nógvum vatni, og at tað tískil er eitt vágaspæl at halda fram.

Fleiri privatpersónar og umhvørvisfelagsskapir halda, at best er at gevast meðan hampuliga væl stendur til.

Millum teir bólkarnar sum hava sagt sína hugsan er samstarvsbólkurin «Tre byar på åsen«, sum krevur at ætlanin má kannast enn einaferð, við serligum atlitið til umhvørvi:

? Hylar, vøtn, mýrur og keldur eru turrlagdar. Nú síggja vit sníkjandi broytingar. Froskar og fuglar eru horvnir hagani tað fyrr var vátlendi, og ymsastaðni eru trø við at doyggja, skrivar bólkurin.

Samstundis sum hetta arbeiðið fer fram, roynir jarnbreytaverkið at finna fram til ein hátt at tetta teir mongu lekarnar í bergholinum.

Hallandåsen-ætlanin var fyrsta kenda staðið, har víst var á at tetningsvenið Roca-Gil er heilsuskaðiligt fyri menniskju. Fleiri av bergholsarbeiðarunum hava fingið ávíst avleiðingar av Roca-Gil.

Tá allir partar hava sagt sítt, og jarnbreytamyndugleikarnir hava kannað eftir og sammett metingarnar, so skulu tey leggja fram eit álit tann 30. november.