Halla Samuelsen komin í býráðið í Havn

Á býráðsfundi mánakvøldið tók Halla Samuelsen sæti í Tórshavnar býráð fyri Elina Lindenskov, sum hevur biðið um farloyvi hendan mánaðin.

Næstvaldur á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar Kommunu er Tórfinn Smith. Men av tí at hann er fluttur úr kommununi, kann hann ikki taka sæti. Næst eftir hann er Bjørg Joensen, sum eisini er flutt úr kommununi. Nummar fimm á listanum er Halla Samuelsen - og tók hon tí sætið fyri Elina og røkir býráðsarbeiði næsta mánaðin.
Hetta er fyrstu ferð, at Halla hevur sæti í býráðnum. Men býráðsarbeiðið er ikki ókent fyri hana, tí pápi hennara, Leivur Johannesen (Leivur á Skála) sat í Tórshavnar Býráð umboðandi Javnaðarflokkin frá 1972-1992.