Tit hava tapt allar dystirnir higartil í Atlantic Airways-kappingini. Hvat sigur tú til tað?
- Jú, vit hava tapt allar, teir flestu við nógvum málum. Men vit hava havt nógvar skaðar, og ávirkar tað sjálvandi úrslitini.
Hetta er fyrsta árið, at tit spæla í fremstu deildini. Og tú hevur áður sagt, at málið var at vinna onkran dyst og at tit enda á einum 5. plássi. Hvussu við tí?
- Tað er framvegis realistiskt. Spælararnir mangla bara rutinu. Men eg kann lova, at vit fara at vinna dystir nú.
Hvat enda tit so, tá kappingin endar?
- Eg standi fast við, at Team Klaksvík endar á einum fínum 5. plássi.










