Nær byrjaði tú at arbeiða her?
- Eg byrjaði her í 2008, og arbeiði ¾ tíð. Frammanundan hevði eg millum annað arbeitt hjá Strandferðsluni. Annars havi eg arbeitt sum sølufólk í Danmark og hjá Fjarðahús.
Hvat eru tínar uppgávur?
- Mítt arbeiði er øgiliga blandað. Eg taki mær av postinum, svari telefonum, ordni brøvini og havi annars avgreiðslu av fundum í kommununi. Mítt starv inniber nevniliga, at eg eri skrivari á nevndarfundum og á bygdaráðsfundum.
Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis?
- Ja, beint nú er ikki tíð til so nógv annað, enn at taka mær av børnunum. Tey eru nevniliga fimm í tali - úr 1 upp í 11 ár. Onkutíð fari eg sjálvandi í bindiklubb, men sum tú skilir er frítíðin avmarkað.