Halló ??Kim Hansen...

... sum í gjárkvøldið hitti Elton John

Hvat tosaðu tú og Elton John um?

- Tað var mest leyst prát. Hann spurdi, um eg búði her í Havn, og hvar eg plagdi at spæla. Hann var blíður.


Hvussi dámdi tær konsertina?

- Konsertin var frálík. Men eg fekk illa lurta, eftirsum nógv fólk vildu hava orð á meg, og so hevði eg lítlu dóttrina við eisini.


Er tú nøgdur við tína egnu framførslu?

- Nøkulunda miðal. Eg var í so hásur, helt eg.


Nær fekk tú at vita at tú skuldi hita upp?

- Kvøldið áðrenn.