Góði Høgni!
Men eg hugsaði av óvart, at vit føroyingar eru sjáldsama løgnir. Orsøkin til hesa knøppu niðurstøðu er, at føgur orð, dirvi, áræði og barnatrúgv eftir øllum at døma hvørjaferð eiga at elva til marrudreymar, ið skulu vigað upp ímóti vónini. Vónini um frælsi, sum jú bert kann spretta úr hjartanum, og sum ongar búskaparligar metingar eiga lut í.
Hugflogið hevur góðan byr í slíkum løtum. Vit eru øll menniskju. Andlit daga undan. Hans Pauli Str(a)mm, dómari í fjølmiðlamálum?Hendrik (M)old, pluss onkur ókennilig og reyðsprongd andlit, sum umboða illsinnið í sini heild.
Pál Weihe dager eisini undan í hesum litríka og ampaelvandi myndaspæli. Hví?
Jú, skal eg siga tær, Hoydal. Okkara lívfrøðiliga orkuverk á granskingarøkinum umboðar ílegutøknina, og hetta við íbregi er kanska fest í føroysku fólkahugsanina. Kanska eru mínar ílegur orsøk til, at áðurnevndu politisku andlit verða klamsað upp í heilan, hvørja ferð onkur er so vælignaða góðtrúgvin sum tú.
Flestu føroyingar trúgva á okkurt slag av felagsskapi. Ein felagsskap, sum ikki hopar undan, tá hann brestur í flokspolitiskar grótveggir, sum tá avtornar bert eru gjørdir úr flokspolitiskum mjørkasementi.
Men tíverri eru flokspolitisku mørkini í Føroyum gjørd í øðrum støddum enn landið sjálvt. Og júst í hesum høpi fari eg at loyva mær at draga Pál Weihe inn í myndina, sum hesaferð ikki er ampaelvandi.
Sært tú, harra Hoydal, tá vit tosa um arvaeindirnar í blóðinum, hava vit lyndi til at blanda hugtøkini. Pál og onnur lívfrøðiliga virkin fólk kenna ta frøðiligu lýsingina av íleguarvinum. Hon er sera áhugaverd, men til tess at varðveita starvsliga trúvirði hjá Pál Weihe, sum óboðin er tikin upp í tekstin, leggja vit læknan í dropp eina løtu.
Summi siga, at vit deiligu føroyingar hava fingið eina »ófrælsis-arvaeind« stungna í armin meðan vit dúraðu onkustaðni í okkara drúgvu hjálandatíð. Við øðrum orðum; tað liggur í blóðinum at vilja ófrælsi.
Lækna- og søgufrøðiliga eri eg leikmaður, og tískil havi eg aðra hugsan um hetta aðalmál. Tí noyðist eg tíverri at lata vituga »ílegu-eldhugingin«, Pál Weihe, liggja í droppi, og venda aftur til tín, Høgna Hoydal. Í tí sambandinum noyðist eg at tríva í mína »suðrisku terminologi«:
Hyngne! Tú skal ikki koma her og fortelja mér, at tú ongantíð hevur upplivað tað?O.K., Ég skal siga tér, hvat tað dreyjar ség um: Sosialan arv.
Ja, tú stendur óivað ,sum á berum. Nei, les og lær, tú ungi óroyndi!
Øll hendan fantastiska veljarafjøldin fer niðan til Hoyvíkar ein tilvildarligan dag. Niðan millum gilja. Tú ert enn ikki vorðin politikari. Enn ert tú bara klæni og blíðskortaði Høgni Hoydal. Hinir menninir og tú standa og práta í unga grannalagnum, har familjur bróta upp úr nýggjum. Onkur hevur lagað garð. Annar er komin algoystur í tún á rasarasúkklu. Triði er júst komin aftur av fjarleiðum. Tit eru vanligir máttugir menn í øllum støddum, ið eftir lokið verk gleða seg til lønina frá konunum.
Politikkur er evnið í túninum hendan seinnapart. Ímeðan spæla børnini í grýtuta túninum. Og páparnir gera burtur úr sær. Tjóðveldið hevur verðið havt á munni eini 100 ár, so tað evnið sleppur óivað framat, nú gáttin til 21. øld hómast í hugaheiminum. Altso, eg meini, var ongin ivi, so var neyvan orðadráttur um málið.
Meðan lítla 4 ára gamla og árvakna Lív spælir millum klípurnar í túninum hjá Høgna Hoydal, gerast menn heitir í virðiligum orðadrátti.
? Kanst tú fortelja mær, hvussu fanin vit føroyingar skulu klára okkum sjálvar, og ikki fáa blokk, rópar harðmæltasti pápin.
Lítla Lív missir klípuna. Hon ætlaði at leggja hana á sín dvørga-varða, hon hevur lagað sær í túninum:
?Føroyingur?sjálvur?ikki?Lív kennir hesi orðini. Babba og Mamma hava sagt tey við hana áður. Hon hugsar: Føroyingur?tað eri eg, tí tað siga mamma og babba, at eg eri. Hon hugsar: Sjálvur?tað er óhugnaligt at vera einsamallur, tað havi eg hoyrt í ævintýrunum, sum babba fortelur. Hon hugsar: Ikki?tað sigur mamma, tá eg geri okkurt forboðið.
Ein hugsað søga í 1999.
Ja, Høgni, eg veit ikki um tað ber til at kalla hetta ein sosialan arv. Hann er kanska alt ov a-sosialur at eiga rætt til heitð. Arvur er tað kanska. Hendan søgan er jú rættiliga tíðarleys. Eg meini, hvør hevur ikki tosað um ómegd, meðan børn lurta? Søgan er óivað tíðarleys í Føroyum, so kanska er hon als ikki bert farin farin fram Millum Gilja, men er bert ein endurtøka sum endurtekur seg sjálva sum eitt ódeyðiligt bergmál.
Millum annað hetta, er kanska orsøkin til hugasamband, ið koma fram fyri meg sum andlit á monnum, sum bragdliga siga seg umboða afturhaldið og ómegdina.
»By the way«. Lat meg siga tað beinanvegin. Eg eri ikki tjóðveldismaður. Hetta málið er størri enn so.
Aporopos flokkar?og javnaðarmenn. Teir, eg havi nevnt eru áhugaverdir. Eg haldi tað vera ótrúliga deiligt, at vit hava fingið Hans Paula Strøm á ting. Við sínum fitta gullringi í oyrasnippinum og skikkaðu eygleiðingum kann hann gerast ein stórur politikari. Hann skal bara gevast við at tosa um tey veiku í samfelagnum, sum hann heldur vera vanlig arbeiðsfólk (Tey sterkastu fólkini, eg kenni, eru arbeiðsfólk og handverkarar).
Hendrik (M)old lata vit liggja í hesum umfari. Hann verður kanska endurvaldur í betri líki.
Lítla Lív er meira áhugaverd. Fer hon at lata børnini úr sínum lívi lagað sínar varðar í friði? Øll spyrja og ongin veit meðan føroyingar eldast og doyggja og útvarpið sendir av Vaglinum.
Allur gróður er góður, og gróður eigur ikki at spyrja eftir flokspolitiskum mørkum.
Se, nu er vindene milde,
vaaren har aandet paa luften.
Luften har kysset hvert blad og hver blomst,
som staar ved den rislende kilde.
Elskede, føler du duften,
her ved den svale sø.
Livet har visselig vinter og kulde,
men livet kan aldrig dø
Holger Drachmann (1846-1908)
Høgni Mohr, blaðmaður










