Hall hjá Suðuroyar Sparikassi

Grundraksturin gav eitt úrslit á 2,8 mió kr., men eftir burturleggingar er talan um hall upp á 1,7 mió

Vinna

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo


Úrslitið fyri sama tíðarskeið í fjør vísti eitt yvirskot á 2,68 mió. kr.

Afturgongdin skyldast fyri ein stóran part gongdini á altjóða partabrævamarkanðinumog øktum burturleggingum.

Sparikassin hevur eftir varsemisprinsippinum burturlagt t.kr. 2.893 fyrra hálvár 2008.

Kurstapið hjá stovninum er 1,7 mió. kr og avskrivingarnar eru t.kr. 347. Fyri sama tíðarskeið í fjør vóru hesi tøl ávikavist t.kr. -987 í burturleggingum, t.kr. 567 í kursvinningi og t.kr. 343 í avskrivingum.

Burturleggingarnar hava við sær, at Suðuroyar Sparikassi hevur eitt burturleggingar procent á 1,8%. Hetta er væl lægri enn á føroyska fíggjarmarknaðinum annars, har ið burturleggingarprosentið í miðal er 2,7%.

Fíggjarstøða sparikassans javnvigar við 496 mió. kr. ultimo juni 2008 ímóti 435 mió. kr. ultimo juni 2007. Hetta er ein vøkstur uppá 13,8%.

Úlánini eru í dag 95% av innlánum. Av hesum er 13% vinnulán og 87% privatlán, harav eru 65% bústaðarlán.

Samanlagt eru útlánini 416 mió. kr. fyrra hálvár 2008, samanborið við 376 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Innlánini í Suðuroyar Sparikassa eru 442 mió. kr. fyri fyrra hálvár 2008, samanborið við 367 mió. kr. somu tíð í fjør - innlánini øktust sostatt 20,4%.

Eginpeningur sparikassans er t.kr. 42.398. Solvensurin ultimo juni 2008 er 13,4% í mun til 15,3% sama tíðarskeið í fjør - tað er væl omanfyri lógarinnar krav, ið er 8%.