HALLÓ - Heri Ellingsgaard

Heri Ellingsgaard, formaður fyri Klaksvíkar Hornorkestur, sum fyllir 60 ár

Hvat fært tú burturúr at spæla horn?

Eg fái gleðina við at spæla tónleik og gleðina at verða saman við fólki.


Spælir tú nakrantíð horn heima?

Nú venja vit fýra tímar um vikuna í einum venjingarhøli, og tí blívur tað ikki nakað stórvegis hornspæl heima.


Hvat hevur størri týdning – at blása í hornið ella at verða saman við fólki í einum orkestri?

Hasi bæði hava eins stóran týdning, og tey treytað helst eisini hvørt annað. Rokni ikki við, at eg hevði tímað at spæla spælt horn, um eg ikki var saman við fólki, sum eg tími at spæla saman við.