Nær hevur FSN aðalfund?
- Fundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður í morgin í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 11.
Væntar tú góða uppmøting?
- Ja, tað vóni eg. Tað er ógvuliga umráðandi, at limirnir møta á aðalfundinum.
Hví er so umráðandi at møta?
- Um felagið framhaldandi skal veita limum sínum eina nóg góða tænastu, er neyðugt at hoyra, hvørji sjónarmiðini hjá limunum eru.
Hvørji mál liggja beint fyri framman?
- Samráðingar eru í løtuni við reiðararnar um nýggjan fiskiskipasáttmála. Gongdin í løtuni bendir ikki á nakra skjóta semju.
Hvørji eru krøvini hjá reiðarunum?
- Nøkur av krøvunum hjá reiðarunum eru ósmæðin. Millum annað verður kravt, at oljan skal verða loyvd felagsútreiðsla í øllum sáttmálum. Eisini eru onnur víðfevnd krøv sett fram, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus.