Hví kostar tað so nógv (750 kr) at fara til hesa konsertina?
- Eg haldi ikki at tað kostar so nógv. Eg sá á einari heimasíðu, at tá Elton John fyri nøkrum vikum síðani hevði konsert í Ísrael, kostaðu atgongumerkini 1.450 kr og vóru útseld eftir 4-5 døgum.
Hvat gera tit um tað fer at regna illa?
- At tað regnar í Føroyum eru fólk von við. Gundadalur er veðurgott stað, og tíðin er tann besta at hava uttandurakonsertir.
Nær kemur Elton John til Føroya?
- Tað kann eg ikki upplýsa. Men stórar stjørnur sum hann, koma oftani sama dag.
Kemur hann við Atlantic Airways?
- Nei, hann hevur egið flogfar.