Hvussu sær summarið út hjá tykkum?
- Nú hevur verið tosað nógv um niðurgongd í ferðavinnuni, men vit høvdu okkara besta ár í fjør, og aftur í summar fáa vit heilt nógvar gestir umborð.
Eru tað serligar útlendingar, sum fara við Norðlýsinum?
- Tað er eitt sindur blandað. Sjálvsagt koma nógvir útlendingar ein túr við okkum, men fitt av føroyingum sigla eisini við okkum.
Fáa fólk sjóverk umborð?
- Nei, tað er ógvuliga sjáldan. Skipið er gott í sjónum, og vit royna eisini at far har, sum tað er best í sjónum. Um tað ikki eru líkindi at sigla runt um Nólsoynna til dømis, so finna vit upp á okkurt annað.










